Mentan

Victor Danielsen hevði blivið 125 ár í dag

Maðurin, sum týddi bíbliuna til føroyskt, hevði blivið 125 ár í dag. Victor Danielsen týddi eina rúgvu av øðrum tilfari eisini

Standmynd av Victori Danielsen (Mynd: Fuglafjarða kommuna)

Standmynd av Victori Danielsen (Mynd: Fuglafjarða kommuna)

2019-03-28 16:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

28. mars í 1894 varð Victor Danielsen, sum týddi bíbliuna til føroyskt, føddur í Søldafirði. Sostatt hevði hann blivið 125 ár í dag. Hann doyði 2. februar í 1961. 

Bíblian kom út á fyrsta sinni í 1949, eftir nýggja testamenti kom út í 1937. 

Umframt at týða til føroyskt, virkaði Victor Danielsen sum trúboðari í nógv ár, eftir at hann sjálvur breyt við fólkakirkjuna og gjørdist virkin í brøðrasamkomuni. Hann livdi størsta partin av sínum lívi í Fuglafirði og var virkin í Siloa har, men ferðaðist eisini kring landi og prædikaði. 

Victor Danielsen týddi eina ørgrynnu av øðrum tilfari enn bíbliuna til føroyskt.  Hann týddi 18 bøkur og smárit umframt áleið 870 sálmar til føroyskt. Victor Danielsen skrivaði sjálvur eisini 2 skaldsøgur og yrkti 27 sálmar. 

28. septembur í 2008 var standmynd av Victori Danielsen, sum Hans Pauli Olsen hevði evnað, avdúkað í Fuglafirði. 

Victor varð giftur við Henrikku Malenu Olsen í 1920. Tey fingu 9 børn saman. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder