Tað hoyrist at Henrik Old aftur er í tinginum. Fyrr í dag spurdi hann formannin í Sambandsflokkinum um bara svørt máling fekst í Vestmanna. Hann helt Bárð Nielsen vera dekan ov svartskygdan.
Tað bleiv svarað aftur beinanvegin.
- Eg haldi at fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum má hava eitt lítið sindur annað uppá hjartað enn at snakka um hvussu svartskygdir sambandsmenn eru, segði Bárður á Steig Nielsen.
- Hann hevur verið stýrdur 100 prosent av Tjóðveldinum hesi seinastu trý árini, men nú orkaði hann ikki meir. Nú mátti hann fara frá sum landsstýrismaður, tí nú var tað Tjóðveldi sum gjørdi av, hvør tunnil skuldi gerast fyrst, segði formaðurin í Sambandsflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald