Í Fraklandi hevur ein videoupptøka av einari kvinnu, sum verður sligin av einum manni á gøtuni í París skapt øsing.
Á upptøkuni sær man 22 ára gomlu Marie Laquerre í einum reyðum kjóla koma gangandi forbí mannin beint við einari café. Síðani sær man mannin taka eitt øskubikar frá einum borði og kasta tað uppum cafégestirnar eftir Marie Laquerre. Síðani byrjar hann at ganga aftaná henni, áðrenn hann fer yvir til hana og slær hana hart í andlitið.
Tað sum ikki sæst á upptøkuni er, at maðurin sambært Marie Laquerre hevði bríkslað eftir henni, gjørt seksuelt ljóð og sagt "skitin ord, ið vóru eyðmýkjandi og argandi, tá eg gekk framvið honum," skrivaði hon í einari dagføring á Facebook, har hon eisini deilir videoupptøkuna. Yvir 7.500 fólk hava deilt dagføringina.
Marie Laquerre segði fyri franska sjónvarpinum, at hetta ikki var fyrstu ferð tann dagin, ta vikuna ella tann mánaðin, at hon hevði verið úti fyri slíkum.
"Tað rúgvaði seg upp. Eg varð ill og bað hann halda kjaft. Eg helt ikki, at hann hoyrdi meg, men tað gjørdi hann," segði hon sambært TV2.
Í Fraklandi ætla tey nú at gera nýggja lóg, ið skal revsa óhóskandi atburð við bót. Tá er talan um m.a. at viðmerkja útsjóndina ella klæðini hjá einari kvinnu, at bríksla eftir kvinnum (catcalling), óynskt elting og "upskirting" (tá fólk taka myndir undir niðurdeilinum á einari kvinnu, uttan at hon veit av ella hevur givið samtykki).
Sambært BBC kann bótin vera millum 650 og 5500 krónur.
Franski javnstøðumálaráðharrin vónar, at lógin kann koma í gildi í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald