Innanlands

Video: Jógvan, tú verður saknaður

Tony Marano sum eisini stríðist móti Sea Shepherd og Paul Watson hevur sent heilsan til sín vin úr Føroyum, Jógvan á Høvdanum, sum doyði bara 39 ára gamal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-16 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanarin Anthony Tony Marano sendir í nýggjum video eina seinastu heilsan til sín góða vin úr Føroyum, Jógvan á Høvdanum, sum doyði herfyri.

Jógvan á Høvdanum hevur gjørt fleiri tekningar av umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd og Paul Watson, og tað takkar Marano honum fyri.

Marano hevur í fleiri ár eisini arbeitt í móti Sea Shepherd, sum millum annað stríðist móti grindadrápi í Føroyum.

[object Object]Anthony Tony Marano (Skíggjamynd: Youtube)

- Hann gjørdi tað sera gott, og hann verður saknaður. Jógvan, hvar enn tú ert, takk fyri vinarlag okkara, sigur Tony Marano í videoheilsanini, sum sæst omanfyri.

Jógvan á Høvdanum, yngri, gjørdist einans 39 ára gamal. Hann doyði 5. januar júst afturkomin til London eftir eina væleydnaða jólaferiu í Føroyum.

Hann var nógv frammi og stillaði upp sum valevni fyri Sjálvstýri til seinasta løgtingsval.

Les eisini: Small um kvøldið fyri at hann skuldi byrja á skúlanum aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder