Innanlands

Video: Útróðrarbáturin Bragd nærum ásigldur av grønlendskum uppsjóvarskipi

Um reppið at Bragd varð ásigldur fyrr í vikuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-10-05 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kundi endað heilt galið mikudagin, tá grønlendska uppsjóvarskipið Tuneq kom siglandi móti Bragd, sum lá noðanfyri Føroyar.

Oddmar Niclasen, eigari og skipari á Bragd, sigur við Norðlýsið, at hann er sannførdur um, at eingin var á brúnni.

- Ímeðan vit liggja og fiska norðanfyri, síggi eg ein trolara ella nótaskip koma út úr Djúpunum. Skipið hevði beina kós á okkum, men eg væntaði sjálvandi, at skipið fór at halda av áðrenn tað kom so langt at nakar vandi var á ferð.

Hann greiðir frá, at trolarin kom nærri og hevði beina kós móti línuskipinum.

- Men tað nærkaðist skjótt og eg gjørdi av at leypa frá inn í stýrhúsið og koyrdi fulla ferð á maskinina. Grønlendski trolarin streyk framvið, bert longdina av Bragd aftanfyri okkum, sigur skiparin.

[object Object]Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið

Oddmar Niclasen sigur við Norðlýsið, at tá Tuneq sigldi framvið sá hann ongan mann á brúnni. Hann gjørdi eisini eina roynd at rópa á hann á Whf inum, men har kom einki svar.

Videobrotið omanfyri er frá Vikmar, og vísir hvussu nær var við.

Portalurin hevur roynt at fingið fatur á Sjóvinnustýrinum í dag, men tað hevur ikki eydnast okkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder