2018-10-10 20:07
Í ringastu háferðslutíð, um 16 tíðina í gjár, rendi ein vørubilur seg fastan í Árnafjarðartunlinum ávegis til Hvannasunds.
Ferðslan var sjálvsagt nógv hesa løtuna, og bíðirøðin bæði inni og uttanfyri tunnilin varð long. Løgreglan kom at stýra ferðsluni, og at enda fekst glið á.
Zacharias Hammer var eisini á veg til Hvannasund, og stóð í bíðirøð eina góða løtu. Hann hevði upptøkutólið frá eina løtu meðan bíðað var.
- Her koyra 1400 bilar í miðal um samdøgrið, tað sigur at her er tørvur á nýggjum tunlum - sum skjótast, sigur hann.
Stuttur samandráttur sæst omanfyri. Øll upptøkan sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald