Uttanlands

Video: "Storkjoven" verður sjósettur

Teinæringurin hjá bátasmiðinum Hanusi Jensen fór av bakkastokki

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-04 10:50 Author image
Oda Strøm
placeholder

15 metra langi føroyski teinæringurin, sum bátasmiðirnir Hanus Jensen og Asger Rørdam hava bygt, varð sjósettur og fekk navnið "Storkjoven" kortsíðan, og nú er video komið út av sjósetingini. Tað er fornminnissavnið í Roskilde, Vikingeskibsmuseet, sum eigur bátin. 

Teinæringurin er ein uppafturbygging av teinæringinum, sum bóndin Benjamin Guttesen í Mykinesi skal hava átt mitt í 1600-talinum. 

Bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúvoy, sum hevur staðið fyri at byggja bátin, er ein út av nøkrum heilt fáum bátasmiðum, sum enn megna at byggja ein bát uttan tekningar.

- Eg brúki ikki tekningar. Eg havi tað í høvdinum og hendrunum. Tað er soleiðis, eg havi lært at byggja bátar, sigur Hanus Jensen, sum í síni tíð var í læru hjá bátasmiðinum Hjalmar Hátún, við vikingeskibsmuseet.dk.

- Vit bygdu 23 føroyskir bátar uppá tvey og eitt hálvt ár, og tá brúktu vit eiheldur nakrar tekningar ella skitsur, tað er ikki vanligt. Mann skal kenna djúpdar-, breiddar- og longdarmál, og restina brúkar mann eygamál til. Tað er ikki nakað løgið í tí. Øll sum vilja gerast bátasmiðir kunnu læra seg at byggja bátar soleiðis. Tað krevur bara, at mann byggir nógvar bátar í síni lærutíð og ger tað umaftur og umaftur, eins og við fagurskrift - ein rúgva av endurtøkum, inntil tað situr í hondini og eyganum, sigur Hanus Jensen. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder