Sjúklingar í amerikanska statinum New York, sum eru álvarsliga sjúkir av covid-19 fáa nú viðgerð við stórum mongdum av vitamin C. Viðgerðin byggir á royndir, sum hava hjálpt álvarsliga sjúkum í Shanghai í Kina, skrivar New York Post.
Andrew G. Weber, serlækni í lungnasjúkum sigur við blaðið, at teirra sjúklingar fáa 1.500 milligramm av vitamin C sproytað í ælrarnar tá tey verða innløgd, og síðan tríggjar til fýra ferðir um samdøgrið.
Hvør dosa er meira enn 16 ferðir tað, sum amerikansku heilsumyndugleikarnir meta vera ráðiligt at taka av hesi vitamin. Tilráðingarnar ljóða 90 milligram til vaksnar menn og 75 milligramm til vaksnar kvinnur.
- Sjúklingarnir, sum fáa vitamin C klára seg munandi betur enn tey, sum ikki fáa vitamin C, staðfestir amerikanski læknin, og staðfestir, at hesin heilivágur ikki verður so nógv umrøddur, tí hann ”ikki er seksutur”, og meinar harvið helst, at hann ikki er so attraktivur hjá ídnaðinum at framleiða.
Ein talsmaður fyri eitt felag, sum umsitir 23 sjúkrahús í New York-økinum sigur, at tey brúka henda viðgerðarháttin á teirra sjúkrahúsum, men kundi ikki upplýsa hvussu nógvir av teirra umleið 700 koronasjúklingum verða viðgjørd við vitamin C.
Vitamin C verður givið saman við øðrum heilivágum, so sum vanliga verður givið sjúklingum við covid-19, upplýsir læknin.
Donald Trump, forseti, hevur skrivað á Twitter, at nýggju viðgerðarhættirnir kunnu gerast sera týðandi – ”one of the biggest game changers in the history of medicine.”
Andrew Weber greiðir frá, at vitamin C í kroppinum lækkar munandi tá sjúklingar verða smittaðir, og tí gevur tað góða meining at royna at halda vitamin C-støðið viðlíka, sigur hann við New York Post.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald