Innanlands

Viðgerðin av fosturtøkulógini er í gongd

Tað kann gerast eitt langt og heldur dramatiskt kvøld í Løgtinginum - fylg við her

Súsanna Bertholdsen er aftur í løgtinginum - hon bað í gjárkvøldið um at verða loyst úr landsstýrissessinum fyri at verða við at tryggja, at hetta málið kemur ígjøgnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súsanna Bertholdsen er aftur í løgtinginum - hon bað í gjárkvøldið um at verða loyst úr landsstýrissessinum fyri at verða við at tryggja, at hetta málið kemur ígjøgnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani byrjaði áttanda málið á dagskránni hjá hjá tinginum í dag: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin).

Talan er um tað mest umrødda málið, ið tók eina dramatiska vend fyrrapartin, tá tað varð greitt, at Súsanna Bertholdsen hevur lagt landsstýrissessin frá sær vegna hetta málið.

Les meira: Súsanna fer aftur í tingið fyri at tryggja fosturtøku

 Til ber at fylgja viðgerðini her

Røðaralistin er langt, viðmerkingarnar eru higartil nógvar, og hetta kann tískil gerast ein ógvuliga langur dagur í løgtinginum. Fyrst eru tað umboðini úr Rættarnevndini, ið røða.

Talan er um 2. viðgerð, og tískil verður málið ikki endaliga samtykt, um tað sum væntað verður meiriluti í atkvøðugreiðsluna í kvøld. Men um tað stendur á jøvnum, ella um tað er minniluti, so fellur hetta málið fyri aðru ferð.

 Til ber at fylgja viðgerðini á logting.fo

Sí eisini: Djóni snúði sær undan at svara um fosturtøku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder