Um vikuskiftið verður Víkingafestivalur hildin í Hovi. Seinastu dagarnir – eftir at nýggir koronatiburðir vístu seg í landinum – hevur ivi verið um, hvørt festivalurin kundi haldast.
Men festivalurin verður hildin, sum ætlað. Tað boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi í dag.
- Okur hava tosað við Pál Weihe, og Víkingafestivalurin verður hildin sum ætlað, tó við tillagingum, soleiðis at okur kunnu hava tveir ótrúligar dagar saman, verður sagt í fráboðanini.
Fyri at hetta skal bera til skulu hesar fortreytir haldast, vísa fyrireikararnir á:
- Okur mæla til, at festivalgestirnir vísa hvørjum øðrum hógv og varsemi, og at fylgja koronu tilmælunum neyvt. Okur spritta hendur og halda frástøðu.
- Støðini, har tú kanst koma inn á festivaløkinum, verður eftirlit hildið við, hvussu nógv kunnu vera inni í senn.
- Ert tú í iva um nakað, ber til at ringja til koronulinjuna ella bíleggja eina kanning á corona.fo, áðrenn komið verður til festivalin
- Kennir tú teg sjúkan - halt teg heima!
- Okur mæla til, at gestir hava maskur og handspritt við.
- Korona hóttanin er enn, men við tillagingum og við at halda tilmælini, skulu okur nokk fáa ein góðan festival.
Festivalurin byrjar í annaðkvøld klokkan 18. Tónleikanøvnini fyrra kvøldið verða m.a. Impartial, Janus á Húsagarði og Asyllex. Leygardagin verða hesi nøvni millum annað at hoyra: Kata, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Týr, Swanga og Hamradun. Eisini fara sumbingar at skipa føroyskan dans.
Umframt tónleikur verður ymist annað á skránni á Víkingafestivalinum. Tatovørar verða til staðar og eisini verður víkingamarknaður, víkingaleikir og matur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald