Innanlands

Vil byggja nýtt sambýli heldur enn at dagføra

Landsstýriskvinnan vil byggja nýtt heldur enn at dagføra Eirargarð 14/16

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-03 17:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fer at leggja uppskot fyri tingið um at byggja nýtt sambýli til búfólkið í Eirargarð 14/16 heldur enn at dagføra ognina.

Í uppskotinum verður mælt til at byggja eitt nýtt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, og samstundis úrgildisseta løgtingslógina um at dagføra ognina Eirargarður 14/16. Útreiðslan til verkætlanina kann í mesta lagi verða 44 mió. kr.

Landsstýriskvinnan sigur, at støðan á Eirargarði 14/16 er ov vánalig at húsa verandi ella nýggjum húsfólki, tí at bygningurin er gamal, slitin og ótíðarhóskandi. Men viðlíkahald og ábøtur sum skulu gerast í framtíðini fer ikki at verða gjørligt at gera innan fíggjarkarmin á 30 mió. kr.

Ætlanin er at byggja eitt sambýli við 18 røktarbústøðum, felagshølir og felags virksemi. Røktarbústaðirnir skulu innrættast til at veita nógvan stuðul og serliga røkt. 12 av teimum 18 íbúðunum hava stór vesi/baðirúm til tyngri rørslutarnað. Sambýlið verður bygt í tveimum búeindum, har hvør búeind verður býtt í tríggjar eindir. Sambýlið fer at betra munandi um korini hjá húsfólkunum, og tey fara at fáa virðiligar umstøður og meira privatlív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder