2025-07-21 14:10

Gjadsfyritøkan Nets skal nú greiða danska fíggjareftirlitinum frá, hvat hendi leygarkvøldið, tá gjaldsskipanin gjørdist óvirkin, og tað í fleiri tímar ikki bar til at rinda við gjaldskortum í øllum Norðurlondum.
Eisini skal Nets greiða frá, hvørjar tilbúgvingarætlanin fyritøkan hevur, boðar danska vinnumálaráðið frá sambært Ritzau.
Nets boðaði í gjár frá, at mann framvegis ikki hevði staðfest orsøkina, men at tað ikki vóru nakrar ábendingar um, at tað var eitt álop uttanífrá, sum var orsøkin.
Les eisini: Nets: Ongar ábendingar um álop
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald