Leygarkvøldið varð Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ára trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði, Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi heiðurstekin. Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.
Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995, og hevur nógvu seinastu árini verið tilbúgvingarleiðari.
Villi býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagliga arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.
Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í Skálafjarðar kommunala sløkkiliði í 25 ár.
Fyri 1 árum síðani fingu 5 aðrir sløkkiliðsmenn hjá SKS eisini heiðursmerki fyri 25 ára trúgva tænastu, og tað var fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald