Innanlands

Vilja hava kaffistovuna á privatar hendur

Kaffistovan í Svimjihøllini í Gundadali skal ikki kappast við privata marknaðin

2018-10-16 16:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna leitar í løtuni eftir fólki, sum ynskja at leiga høli til kaffistovu í Svimjihøllini í Gundadali.

Kommunan skrivar, at ynski er, at virksemi framhaldandi verður kaffistova/matsøla, sum er lagað til hølisumstøðurnar og viðskiftafólkini. Ætlanin er eisini, at kaffistovan er opin á leið somu tíðir sum svimjihøllin.

Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini sigur, at ætlanin er at vita, um privati marknaðurin hevur áhuga í at reka kaffistovuna.

- Kommunan hevur rikið kaffistovuna seinastu árini, men eg haldi ikki at tað eigur at verða so, at kommunan kappast við privata marknaðin. Tí helt eg, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um onkur privatur leigaði seg inn at reka kaffistovuna, sigur Gunnar Streymoy.

Gunnar Streymoy nevnir, at kaffistovan fyrr hevur verið á privatum hondum, men at kommunan tók yvir aftur raksturin, sum ein tænasta til borgararnar.

- Ætlanin er at leigarin skal gera næstan sum viðkomandi hevur hug. Tað skulu verða fríir teymar, ein tanki kundi verið at gjørt eitt nýtt konsept ella at marknaðarført kaffistovuna meira.

Gunnar Streymoy sigur, at svimjihøllin letur upp klokkan 6:45 á morgni og letur aftur klokkan 20 á kvøldi. Og nú havnarfólk hava víst seg at dáma væl at fara út á kaffistovur runt í býnum, er eingin orsøk fyri hví kaffistovan í Svimjihøllini í Gundadali ikki eisini skal gerast eitt hugnaligt stað at vitja.

- Vit gera nú eina roynd at finna onkran leigara, og um áhugi er fyri hesum, so fara vit at vita um vit ikki kunnu gera okkurt gott burturúr hesum, sigur Gunnar Streymoy at enda.

Meira kann lesast um leigumálið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder