Innanlands

Vindur men lítið av avfalli

Strúkur í vindi til hvassur vindur komandi dagarnar

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2018-10-17 10:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur hevur verið seinastu dagarnar, og hóast at vindmegin ikki er eins nógv komandi dagarnar, so slepst ikki undan vindinum. Tó er lítið av avfalli fram til vikuskiftið.

Í dag er hvassur vindur til skrið, millum 15 og 18 m/s av útsynningi vestan. Beint eftir middag og klokkan 22 í kvøld er eitt sindur av avfalli, millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin um 8 til 9 hitastig.

Hósnáttina minkar eitt sindur í vindinum. Hann sigur frá strúki í vindi til hvassan vind millum 12 og 16 m/s av vestan. Sum líður út á degnum skiftir til útsynning, við frískum vindi og strúkur í vindi, millum 9 og 13 m/s. Eitt lítið sindur av avfalli hóskvøldið millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 10 hitastig.

Fríggjanáttina fer at regna. Um midnátt er avfallið 0,2 men veksur upp í 1,1 mm út á náttina. Klokkan 9 er turt aftur og tað heldur sær restina av degnum. Hann sigur frá strúkur í vindi millum 13 og 14 m/s fríggjanáttina av suðri. Út á dagin minkar niður í frískan vind og strúkur í vindi millum millum 10 og 13 m/s av útsynningi vestan. Hitin millum 9 og 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder