
Herning, Danmark (Portalurin): - Vit eru sjálvandi komnar til Herning fyri at stuðla okkara bestu Jóhannu. Vit eru sjey vinkonur, sum hava hildið saman, síðani fólkaskúlan. Vit hava staðið á síðulinjuni, tá hon vann Nósa Barnaprix sum 10 ára gomul og Ársins Songrødd sum 15 ára gomul. So sjálvandi eru vit eisini við nú til DMGP. Vit eru so ekstremt stoltar av henni og hava ongantíð ivast í, at hon fer at gerast ein kempi stjørna. Tað var bara ein spurningur um tíð.
Soleiðis siga tær seks vinkonurnar hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen, sum nú eru komnar at stuðla føroysku songkvinnuni til stóru framførsluna í kvøld, og vit hava fingið orðið á:
Talan er um Úlvhild Teitsdóttir, Súsannu Faulkner Mouritsen, Saru Kvilt Lindberg, Katrin Holm, Ronju á Fríðriksmørk Borðoy og Kristu Heiðriksdóttir - sum síggjast ovast frá høgru til vinstru.
Sí eisini: (Myndir): Stórur áhugi fyri Sissal í Boxen
Barndómsvinkonurnar úr føroyska høvuðsstaðnum eru ikki í iva um, at Sissal fer at "eiga" stóra pallin og stóru Jyske Bank Boxen.
- Vit vænta at hon fer at eiga alla høllina og "naila" tað. Hon hevur eina heilt fantastiska rødd, og man kann bara hoppa og dansa, tá man hoyrir hendan fangandi sangin. Vit vænta at hennara framførsla og rødd fer at bergtaka alla fjøldina. Og sjálvsagt eisini hyggjarar har úti.
Men hvussu fara tær seks so at royna at seta sín dám á í kvøld?
- Tað kennist heilt serligt at sleppa at vera partur av einari so stórari fjøld, sum væntandi fara at fylla Boxina í kvøld. Vit hava fyrireika okkum væl við at hava t-shirtir, bannara og fløgg við Sissal Jóhannu á. Vit vilja gera alt fyri at skapa gott lag í kvøld og heppa uppá okkara kulu vinkonu. Vit eru nógv, sum eru henni nær, sum eru komin til Herning at heppa uppá Sissal í kvøld.
Samanlagt er talan um 25-35 føroyingar, sum er komnir ella eru á veg til jútska býin fyri at stuðla Sissal, sum er stóri favoritturin í kvøld.
Les eisini: Genturnar gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á stóra pallinum
--
Melodi Grand Prix byrjar annars klokkan 19 og sæt á DR1.Til ber at fylgja við á Portalinum gjøgnum dagin og kvøldið. Vit hava millum annað beinleiðis blogg frá klokkan 16.
Sí samrøðuna, sum vit gjørdu við Sissal Jóhannu Norðberg Norðberg Niclasen í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald