Ein týðandi partur av vinnustevnuni Faroexpo er ráðstevnan í Løkshøll. Heitið á
ráðstevnuni á Faroexpo 2018 er, Vinna & Vælferð, ráðstevnan verður 26. oktober.
Ráðstevnan fer at viðgera hvussu vit skapa nýggjar vinnur og virðisøking í verandi vinnu. Fokus verður á hvussu vit tryggja nóg stóran virðisvøkstur, soleiðis at vælferðarsamfelagið megnar at halda núverandi støði og væl tað í nógv ár fram.
Faroexpo hevur fingið tveir altjóða serfrøðingar at tosa um, hvussu vinnugrundarlagið kann breiðkast, so samfelagið verður minnið bundið av tilfeingisvinnuni og hvussu tilfeingi kann gagnnýtast betur. Umframt hetta verður hugleitt um, hví tað er so ringt at skapa vinnur í Føroyum, sum ikki hava nakað við fisk at gera.
Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við formonnunum í stóru politisku flokkunum, og er málið, at hesir skulu svara, hvat teir ætla við Føroyum, og okkum sum búgva her, tá ið tað snýr seg um vinnu og varðveitan av vælferðarsamfelagnum. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar bæði til fyrilestrarhaldararnar og til politikararnar.
Ráðstevnan, Vinna & Vælferð, er almenn - meiri kunning og tilmelding á
www.faroexpo.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald