Uttanlands

Vinna Trump-fólkini miðvalini er heimstrygdin hótt

Um republikanarar vinna miðvalini í dag, so fer tað at økja um møguleikarnar hjá Donald Trump at koma til valdið aftur í 2024. Og Trump í Hvítu Húsunum vil vera ein álvarslig avbjóðing hjá  Vesturheiminum. Hetta skrivar kendi rithøvundin, viðmerkjarin og USA kennarin, David Trads m.a. í danska miðlinum Altinget. 

2022-11-08 19:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag er val í teimum 50 amerikonsku statunum til Kongressina og til ábyrgdarsessirnar í teimum einstøku statunum. Valini verða nevnd miðvalini og eru tey miðskeiðis millum valini av amerikonskum forseta. Hesi miðvalini verða mett sum ein veljarakanning hjá verandi forseta Joe Biden men eisini sum ein metan av møguleikanum hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump at koma aftur til valdið um tvey ár.

Í løtuni hevur demokratiski  flokkurin valdið í báðum kømurunum í Kongressini eins og hann hevur valdið í Hvítu Húsunum. Vanligt er at hin flokkurin, í hesum førum republikanararnir vinna eitt miðval, har ein demokratur er í Hvítu Húsunum. Og nógv bendir á, at republikanarar vinna Kongressina og fer tað harvið at leggja valdið hjá Biden forseta lamið tey tvey árini eftir eru av valskeiðnum.

[object Object]

Men valið snýr seg eisini um annað enn Kongressina. Tað snýr seg um, hvørt ein republikanari og her helst Donald Trump fer at vinna komandi forsetaval. Nógv av valevnunum hjá republikanarunum til miðvalini hava boðað frá, at tey fara at stuðla einum Trump til komandi forsetaval. Og Trump sjálvur hevur boðað frá, at hann longu í hesum mánaðinum fer at kunngera nøkur spennnandi tíðindi, sum eftir øllum at døma er, at hann stillar uppaftur til forseta í 2024. Og tí hevur úrslitið av miðvalunum í dag alstóran týdning fyri eitt komandi val av Trump til forseta í 2024.

Greinarar kring allan heim viðgera amerikanska valið og nógvir teirra geva mest pláss til spurningin, um miðvalini kunnu vera við til at tryggja Trump afturval í 2024. Ein teirra, sum hevur umrøtt Trump og hansara møguleikar at gerast forseti aftur í USA er danski rithøvundin, viðmerkjarin og USA kennari, David Trads. Hann hevur grein í miðlinum Altinget í dag og skrivar hann m.a.:

"Hóast Donald Trump ikki er á atkvøðuseðlinum í dagsins vali í USA, so er hann partur av valstríðinum til valfundir kring alt landið, og hetta heldur David Trads, sum hevur búð í USA stóran part av lívi sínum og sum júst hevur givið út enn eina bók um USA og eitt nú miðvalini og Trump, "’På jagt efter Amerikas Sjæl – er der håb for Guds eget land.’”, kann fáa týdning fyri komandi forsetaval, og er eitt tekin um, at Trump ætlar sær aftur í Hvítu Húsini.

[object Object]

David Trads, USA kennari, journalistur, rithøvumdur og viðmerkjari

-Um republikanararnir, sum í dag eru vornir til ein flokk, sum dyrkar persónin Donald Trump, vinna, so fer amerikanska demokratiið at verða hótt, og hendir tað, so fer Vesturheimurin, sum vit kenna hann í dag, so spakuliga at byrja at fara í upploysn. Hetta tí vit eru við at uppliva kolveltandi broytingar av amerikanska samfelagnum. USA er eitt samfelag í upploysn, eitt land uttan samanhangsmegi, ein tjóð av ósameindum statum, eitt demokrati, sum er í ferð við at gera sjálvmorð. David Trads heldur ikki vit kunnu undirmeta ávirkanina, sum Donald Trump við sínum lygnum og ótrúligu úttalilsum hevur og sigur m.a.:

"Fra hans falske påstand om, at han vandt valget i 2020, over hans flammende hadfyldte tale til sine gale disciple, der førte til kupforsøget mod Kongressen 6. januar 2021, og hans afvisning af at deltage i ceremonien, da Joe Biden blev indsat, og helt frem til nu, hvor han dag ud og da ind leverer det ene mere skøre udsagn efter det andet foran titusinder af tilhørere.”

David Trads vísir eisini til kenda amerikanska journalistin Bob Woodward, sum stóð aftanfyri avdúkingarnar í Watergate málinum á sinni, har hann í fleiri bókum hevur ávarað um ta greiðu og veruligu hóttanina, sum Trump umboðar ímóti landsins trygd.  

-Trump, sum ikki hevur dult fyri, at hann sær upp til autoriterar leiðarar sum Erdogan, Xi og Putin, vanvirðir demokratiið. Hansara orðaval og afturvendandi álop hava fingið álvarsligar avleiðingar. Kanningar í USA vísa, at helvtin av amerikanarum bæði óttast fyri framtíðini hjá demokratiinum og rokna við einum borgarakríggi innan rímuliga tíð. David Trads tekur undir við teimum mongu í USA, sum halda, at valið í dag í veruleikanum snýr seg um framtíðina hjá demokratiinum. 

Eins og mangir aðrir greinarar og eygleiðarar so vísir Tavid Trads eisini á ta sannroynd, at ikki færri enn 300 av republikansku valevnunum til miðvalini í dag eru so nevndir “elections deniers” tvs. politikarar, sum nokta at góðtaka valúrslitið frá 2020 og  sum halda, at Biden tapti valið í 2020 og siga, at valúrslitið var ein stór lygn, hóast allar nýggjar uppteljingar og kanningar vístu, at einki svik var í heila takið. Leiðandi republikansku valevnini í fleiri av statunum, sum kunnu avgera valið til Kongressina, hevur Trump sjálvur útpeikað og øll taka undir við lygningini um, at svikað var við valúrslitinum. 

David Trads, sum í mong ár hevur skrivað greinar og sent reportasjur frá USA og um amerikanskan politikk vísir eisini á tað, sum hann nevnir eina óhugnaliga gongd, har republikanarar royna at vinna bæði guvernørstørvini eins og størvini sum innanríkisráðharrar  í einstøku statuum við tí fyri eygað at misbrúka hetta vald til komandi forsetaval.

Hetta eru annars ikki val, sum plaga at hava so stóran áhuga og týdning, men eftir at fleiri av hesum lokalu ráðharrunum í statum til valið í 2020 góðkendu valúrslitini, er tað nú ætlanin hjá republikanarum at skifta allar demakratarnar út við Trumpskar republikanarar - hetta við forsetavalinum í 2024 í huga, tí fer at standa á jøvnum millum Trump og ein demokrat tá, tá kunnu republikansku innanríkisráharrarnir í avgerandi statum, nokta at góðkenna úrslitið. 

Tað vóru hesir lokalu ráðharrarnir “secretary of state”, sum Trump royndi at tvinga til at broyta valúrslitið. Øll minnast tá hann ringdi til ráðharran í Georgia og bað hann finna eitt ávíst tal av atkvøðum, so hann vann valið. 

Fáa republikanarar vent gongdini og tikið alt vald í einstøku statunum, sum hava ábyrgdina av valskipanina, tá metir David Trads hetta vera eina kvettroynd í “slow motion”. 

Trump hevur gjørt greitt, at hann tann 15. november fer at koma við eini stórari og týðandi avgerð, og flest øll rokna við, at hann tá fer at bjóða seg fram til forsetavalið í 2024.  Ger hann tað so fer neyvan nakar at stilla upp ímóti honum og fer republikanski flokkurin at stuðla honum heldur Trads, sum endar sína grein við at vísa á tær avleiðingar hetta kann fáa fyri samstarvið um Atlantshav. 

Við Trump aftur í Hvítu Húsunum fer Vesturheimurin at vera fyri eini sera álvarsligari avbjóðing. Alt altjóða samstarv og sjálvandi eisini NATO samstarvið fer at verða stressað til hæddarpunktið, entá meira enn vit vóru vitni til undir hansara fýra árum í Hvítu Húsunum. 

David Trads vísir í síni grein til fleiri av teimum mongu greinunum og bókunum , sum eru útkomnar síðani Trump gavst í Hvítu Húsunum. Í framúrskarandi greinini “Last Best Hope” skrivar George Packer frá The Atlantic sera beinrakið, at tað ringasta, sum kann henda, um Trump kemur aftur til valdið, er, at amerikanska demokratiið rætt og slætt doyr. Hetta er ein óhugnaligur tanki, men ikki veruleikafjarur kortini. Kemur Trump framat aftur og vinnur, er øll heimsins trygd hótt. 

Spurningurin um Donald Trump fer at bjóða seg fram til forsetavalið fyllur nógv í amerikonskum miðlum sama dag, sum teir fara á val og skulu velja millum demokratisk og republikansk valevni. 

Onkrir miðlar gera vart við, at uttan mun til hvat Trump fer at siga 15. november, so stendur framvegis møguleikin opin fyri, at løgmálaráðharrin fer at at stevna Trump fyri rættin fyri sín leiklut í uppreistrinum og álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Merric Garland, løgmálaráðharri hevur nú í eina tíð kannað umrødda álopið eins og málið um loyniligu skjølini í Maro-de-Lago í Florida.

Haraftrat kemur so eisini endaliga frágreiðingin frá nevndini, sum hevur kannað álopið á Kongressina, har mett verður, at hon í síni niðurstøðu fer at lata løgmálaráðnum tilfar sum prógv um, at Donald Trump var upphavsmaðurin til álopið á Kongressina.

So tvær týðandi avgerðir liggja og bíða til eftir úrslitið av miðvalunum. Ein er møguliga avgerðin hjá Trump at stilla upp aftur til forsetaval og hin er møgulig avgerð hjá løgmálarðaharranum at saksøkja sama Trump fyri sína luttøku í álopinum á Kongressina eins og ólógligu tøkuna av skjølum frá Hvítu Húsunum. 

Kelda: Altinget
 
Aðrar leinkjur til amerikanska miðvalið:
 


Trump: The Comeback?


Donald Trump’s future is still uncertain. While he hints at attempting one of the biggest political comebacks of all time, the chances of it actually happening is far from guaranteed. In this new BBC documentary, journalist Katty Kay travels across America interviewing Trump’s supporters and adversaries to understand more about his aspirations and to discover whether American democracy can weather the storm if Trump does run again.

Watch Trump: The Comeback? and more acclaimed documentaries on BBC Select today. Restrictions apply*.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder