2018-10-17 10:35
Stroymingartænastan Netflix gongur sína sigursgongd kring heimin, og seinasta ársfjórðingin hava næstan 7 milliónir fólk afturat fingið sær Netflix. Hetta er fleiri enn 2 milliónir meiri enn stroymingatænastan væntaði.
Við hesum hevur Netflix nú 137 milliónir brúkarar kring heimin. Tíðindini um stóru framgongdina førdi við sær ein vøkstur á næstan 14% á virðisbrævamarknaðinum eftir fáum tímum.
Úrslitið hendan ársfjórðingin er sera góður, tá hugsa verður um, at felagið fekk meiri enn 1 millión færri nýggjar brúkarar í síðsta ársfjórðingi enn væntað, skrivar CNN.
Netflix væntar at fáa 9.4 milliónir nýggjar brúkarar í seinasta ársfjórðingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald