Innanlands

Visit Faroe Islands: Umsetningurin í ferðavinnuni 730 milliónir

Málið um at tvífalda umsetningin er næstan rokkið

2019-05-18 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kringvarpið skrivar, at partafelagið Visit Faroe Islands hevur havt aðalfund, og har vórðu góð tøl løgd fram, ið Visit Faroe Islands og Hagstovan hava samstarvað um. Tey vísa, at ferðavinnan í Føroyum er í stórum vøkstri. kvf.fo skrivar, at tølini eru varisliga mett, tí enn vanta hagtøl, m.a. frá Airbnb.

Umsetningurin í ferðavinnuni í Føroyum er góðar 730 milliónir krónur, og 640 ársverk eru í vinnuni. Við hesum bendir á, at málið um at tvífalda umsetningin í ferðavinnuni næsta ár verður rokkið, sambært Visit Faroe Islands

Felagið boðar frá, at seinasta árið hevur dentur verið lagdur á at skipa nýggju menningardeildina og stuðulsskipanirnar í ferðavinnuni. Av hesari orsøk hevur einki stórt átak verið á skránni, sum t.d. Sheep View og Faroe Islands Translate, sum hava verið nógv umrødd í miðlunum undanfarin ár.

Í nevndini fyri Visit Faroe Islands sita Johannes Jensen, formaður, Bjørgfríð Ludvig, Rúni V. Poulsen, Jóhanna á Bergi, Sakaris Frederiksen, Elin Heðinsdóttir, Noomi K. Rasmussen og Oyvindur av Skarði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder