Innanlands

Vísitalið fyri norðhavssild økt

Vísitalið fyri sildastovnin vaks 20% samanborið við kanningarnar í 2017

Myndafrágreiðing: Útbreiðsla av sild á kanningunum norðanfyri í mai-juni 2018.

Myndafrágreiðing: Útbreiðsla av sild á kanningunum norðanfyri í mai-juni 2018.

2018-07-03 15:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísitalið fyri sildastovnin frá felags kanningunum í mai 2018 vaks 20% samanborið við kanningarnar í 2017. Árgangurin frá 2013 er nú størsti einstaki árgangur, men framvegis er rættuliga nógv av gamlari sild.

Hvørt ár í mai verða felags kanningar av norðhavssild gjørdar í havøkjunum norðanfyri. Fremsta endamálið við kanningunum er at finna vísitalið fyri sildastovnin, sum, saman við landingartølum, verður brúkt til at gera stovnsmeting av norðhavssild seinni í summar. Hetta vísitalið øktist 20% samanborið við 2017. Tá atlit verður tikið til óvissurnar í vísitalinum, so hevur vísitalið verið rættuliga støðugt seinastu 6 árini.

Síðani 2005 hevur ongin góður árgangur av sild verið at sæð. Tó vístu kanningarnar í ár, at árgangurin frá 2013 var størsti einstaki árgangur – bæði tá um vekt og tal ræður. Vit hava í nøkur ár havt varhuga av, at hesin árgangurin var betri enn miðal fyri seinastu 10 árini, og nú síggja vit henda árgangin saman við vaksnu sildini. Til samanberingar var tó dupult so nógv til av 2004 árganginum, tá hann var 5 ára gamal, so 2013 árgangurin er ikki ein av heilt stóru árgangunum.

Á hesum túrum verða eisini nøgdirnar av svartkjafti kannaðar, hóast ikki alt útbreiðsluøkið hjá svartkjafti er fevnt av kanningunum. Hesar vístu at nøgdin helst er minkað. Høvuðsorsøkin er, at tilgongdin ikki hevur verið eins góð, sum fyri 3-5 árum síðani. 

Les frágreiðingina her.

- Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder