Innanlands

Vit arbeiða alt ov nógv og verkætlanir eru allastaðni

Tað heldur kendi heimspekingurin, Anders Fogh Jensen, sum fer at halda fyrilestrar í Norðurlandahúsinum 6. juni

2019-05-27 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri 100 árum síðan hildu øll, at vit í dag fóru at arbeiða 15 tímar um vikuna. Tað hendi ikki. Og tað var ikki tí, at vit ikki eru blivu meira effektiv ella virkin. Tvørturímóti. Vit arbeiða enn nógv, ja alt ov nógv heldur heimspekingurin Anders Fogh Jensen, sum hevur skrivað bókina “Pseudoarbejde, - hvordan vi fik travlt med at lave ingenting”. Bókin er skrivað saman við Dennis Nørmark, antropologi. Hann heldur, at um vit leggja arbeiðsuppgávur betri til rættis, kunnu vit fáa nógv meira frítíð. Hesum fer hann at greiða frá í fyrilestri 6. juni.

Bókin, sum kom út fyri góðum ári síðan, hevur fingið sera góð ummælir. Í høvuðsheitum snýr hon seg um, hvat tað er, vit hvør sær gera, tá vit eru til arbeiðis. Teir eygleiða m.a., at meiningin við arbeiðinum er horvin og lyfti um meira frítíð, er enn ikki gingið á møti. Heldur hava vit á arbeiðsmarknaðinum fingið fleiri reglur, meira eftirlit, fleiri fundir og líkasælar PowerPoint framløgur.

Anders Fogh Jensen fer eisini at greiða frá verkætlanarsamfelagnum, sum er eyðkent við, at verkætlanir eru allastaðni. Hann heldur, at verkætlanir standast av skiftinum ella broytingini í vesturlendsku mentanini, har mátin vit skapa sambond, er broyttur, og somuleiðis mátin vit hittast.

Her verður hugsað um rúm og stað. Allar arbeiðsuppgávur verða skipaðar til verkætlanir og vit hava verkætlanir í heiminum, í skúlanum osfr.

Anders Fogh Jensen fer í hesum fyrilestri m.a. at varpa ljós á spurningin um, hví verkætlanir eru allastaðni.

Tað er felagsskapurin MentorFo, sum samskipar tiltakið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder