
1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5 prosent.
Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á 314.
Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánaða í ár. Juli er vanliga mánaðin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan 2013. Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í 2017.
Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Vestmanna kommunu, har 11 fólk fluttu úr kommununi.
Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkavøksturin var 3,7 prosent, 50 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald