Innanlands

Vit viga alt ov nógv

Færri føroyingar við normalari vekt

2018-10-30 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyingar viga ov nógv. Tað er úrslitið av fólkaheilsukanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

56 prosent av føroyingum viga ov nógv, og 13 prosent kunnu bólkast at vera feit. Síðan 2003 er talið á føroyingum sum viga ov nógv vaksið frá 44 prosent og heilt upp til 56 prosent.

Samstundis er ein tendensur, at færri vera við normalari vekt. Nógv fleiri kvinnur í Føroyum hava normala vekt samanborið við menn, og nógv fleiri menn eru í bólkunum við yvirvekt og fiti.

Millum annað kann nevnast at bert triði hvør føroyski maður hevur eina normala kropsvekt, meðan helvtin av kvinnunum viga tað tær eiga. Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv. Tó skal nevnast at 41% av monnunum frá 18-24 ár viga ov nógv.

Tað eru flest fólk við normalari vekt í Suðurstreymi (50 prosent) samanborið við aðrastaðni í landinum, sigur Fólkaheilsuráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder