Innanlands

Vita enn ikki hví bilurin fór av vegnum

Tað sá ógvusligt út, tá ein bilur var farin útav og lá á takinum við fyrru omankoyringina til Skála

2018-11-15 07:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Beint áðrenn klokkan 19 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan yvir 112, at ein bilur var farin av vegnum við fyrru omankoyringina til Skála. Bilurin endaði á takinum og fór illa.

Fýra ungir mans vóru í bilinum.

- Sjúkrabilur fór á staðið, og tveir av monnunum vóru fluttir á Landssjúkrahúsið. Sum skilst hendi einki álvarsamt teimum, men teir verða lagdir undir observatión, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Enn er ikki greitt hví bilurin fór útav vegnum, og løgreglan ger fleiri kanningar í málinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder