Ein ógvusligur samanstoytur varð, tá tveir bilur rendu frontalt saman á Sandvíkarhjalla í Havn um 20-tíðina fyrrakvøldið.
Nógvur útrykningur var, har løgreglan, sjúkrabilar og fólk frá brandstøðini fóru á staðið.
Trý fólk vóru við í óhappinum, tvey í eina bilinum og eitt í hinum, og meðan sjúkrabilar vóru skjótir at flyta fyrstu fólkini á sjúkrahúsið, tók eina góða løtu, áðrenn síðsti sjúkrabilurin fór við útrykningi aftur á sjúkrahúsið.
- Enn vita vit ikki hvat hendi í ferðsluóhappinum. Vit senda ein mann út á landssjúkrahúsið í dag, fyri at gera avhoyringar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Løgreglan hevur enn ikki sagt hvør støðan hjá persónunum í óhappinum er, men ferðsluóhappið hevur verið so ógvusligt, at onkur teirra enn er á sjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald