Fríggjadagin 26. apríl 2019 fekk Høgni Hoydal, landsstýrismaður, handað frágreiðing og tilmæli frá Veðurmenningarbólkinum, stytt VMB.
Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu og í mai 2018 setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ein arbeiðsbólk at gera eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.
Arbeiðsbólkurin (VMB) fór rættiliga til verka í juni 2018 og hevur havt fundir og samskifti við fleiri føroyskar stovnar og virki umframt fundir og samskifti við viðkomandi stovnar í grannalondunum.
Stórur tørvur er á at fáa ein dagførdan føroyskan veðurstovn. Mett verður, at við eini árligari upphædd á umleið 8 mió. kr., er møguligt at fáa sett gongd á eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.
Hugsjónin er at gera bestu og mest álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, miðla hetta á besta hátt umframt at menna og taka lut í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagn fyri tað føroyska samfelagið, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.
Tað eru nógv evni og øki, sum hava áhuga og skulu raðfestast á besta hátt, so vit samfelagsliga fáa størsta ágóða við tí tilfeingi, sum tøkt er:
- betri veðurvánir fyri allar Føroyar - ”Veðrið á bygd og í bý, ”útlit fyri havleiðirnar um Føroyar”, um hálku á vegakervinum, tilbúgving, stuðul til bjargingarátøk o.a., og seinni kanska eisini fyri onnur/øll føroysk áhugaøki,
- betri miðling av veðurforsagnum til KVF og aðrar miðlar, appir til snildfonir o.a.
- undirvísing í veðurfrøði í samstarvi við Fróðskaparsetrið og aðrar stovnar/skúlar,
- granskingar um veðurlag í Føroyum, veðurlagsbroytingar, og teirra ávirkan í framtíðini,
- veðurlagsgransking innan framtíðar vatn-, vind- og sólorkupotentiali,
- veðurmodell fyri Føroyar (downscaling, í fyrstu atløgu mest við fokus á vind, hvirlur og turbulensi), men sum frá líður eisini meira neyva vitan um avfall kring landið, mjørka og hita,
- samskipan av føroyskum veðurmátingum,
- talgildan av eldri veðurmátingum og annað áhugavert tilfar,
- skráseting av lokalum fyribrigdum,
- heimasíðu o.a.
Hetta verður gjørt í samstarvi við føroyskar stovnar, virki og felagsskapir, við aðrar veðurstovnar umframt millumtjóða og altjóða felagsskapir.
VMB heldur væntandi áfram við arbeiðinum til Veðurstova Føroya rættiliga er komin í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald