2018-12-01 21:05
Næstan 200 bilar fleiri eru innfluttir í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni.
Í november vóru seldir 150 nýggir persónbilar, og ovast á listanum er Volvo við 27 bilum. Tað man vera fyrstu ferð í nógv ár, at Volvo selur betri enn Toyota og Volkswagen, sum annars hava átt fyrsta pláss leingi.
Av merkjunum Renault og Volkswagen vórðu seldir 15 bilar hvør. Mitsubishi er á fjórða plássið við 12 bilum. Toyota seldi fimtmest við 11 skrásettum persónbilum í november.
Nýggj akfør november 2018 (Persónbilar)
1 | Volvo | 27 |
2 | Renault | 15 |
2 | Volkswagen | 15 |
4 | Mitsubishi | 12 |
5 | Toyota | 11 |
Nýggj akfør samlað yvirlit 2018 (Persónbilar)
1 | Volkswagen | 249 |
2 | Toyota | 243 |
3 | Renault | 202 |
4 | Volvo | 161 |
5 | Kia | 159 |
Kelda: Akstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald