Uttanlands

Von der Leyen: Hevði eina góða telefonsamrøðu við Trump

Herfyri mælti amerikanski forsetin til at leggja toll á 50 prosent á ES-vørur frá 1. juni, men hann hevur nú játtað at leingja freistina til 9. juli

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á vitjan í Føroyum í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á vitjan í Føroyum í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-26 12:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2. apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at tollur fór at verða lagdur á allar vørur, sum verða innfluttar til USA, og at 20 prosent skuldi leggjast á ES-vørur. Sama dag, sum tollurin skuldi koma í gildi, 9. apríl, varð tó boðað frá, at hann varð útsettur í 90 dagar, til 9. juli.

Stígur er komin í samráðingarnar millum USA og ES, og fríggjadagin segði Trump, at hann helt, at 50 prosent tollur skuldi setast á ES-vørur frá 1. juni. Men ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen sigur, at hon eftir eina góða telefonsamrøðu við Trump hevur fingið freist til 9. juli.

Ursula von der Leyen sigur, sambært Ritzau, at ES og US hava eitt týdningarmikið og tætt handilssamstarv, og fyri at fáa eina góða avtalu hava tey brúk fyri tíðina fram til 9. juli

Trump boðar frá, at hann hevur játtað at leingja freistina til 9. juli.

Frammanundan er grundtollur á 10 prosent lagdur á vørur úr ES og nærum øllum øðrum londum.

Les eisini: – ES vil framvegis hava handilsavtalu við USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder