Innanlands

Vórðu bidnir um at blása

Bilførarar, sum komu við Norrønu í morgun, vórðu møttir av løgregluni

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-10 09:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgun, tá Norrøna kom inn á Havnina úr Hirsthals, møtti løgreglan bilførarunum, sum koyrdu á land. Endamálið var at kannað, um bilførararnir vóru undir loyvda promillumarkið.

Ofta er so, at bilførarar, sum koma við Norrønu, ikki geva sær nokk far um at hesir hava drukkið rúsdrekka kvøldið fyri, og at hetta ikki er runnið heilt av. Tí ger løgreglan viðhvørt kanningar, tá Norrøna kemur í land.

Bilførararnir, sum vórðu steðgaðir í morgun, høvdu tó skikkað sær væl, og løgreglan fann einki lógarbrot í kanningini.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur annars, at kunningarfundurin, sum í morgun var um farna døgnið, var ein tann skjótasti, sum hann minnist seg hava verið við í. Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, hóast nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder