Innanlands

Voxbotn ávirkar ferðsluna í miðbýnum

Fleiri vegir verða stongdir komandi dagarnar, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-08-19 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at tónleikatiltakið Voxbotn verður um vikuskiftið, verða avmarkingar í ferðsluni í miðbýnum í Havn komandi dagarnar.

Sambært Tórshavnar kommunu, verða hesir vegir stongdir:

19. august kl. 9.00 - 20. august kl. 9.00
Vágsbotnur frá Bøgøtu til Undir Bryggjubakka.

20. august kl. 9.00 - 22. august kl. 10.00
Tórsgøta frá Sverrisgøtu til Vágsbotn – Vágsbotnur frá Bøgøtu til Undir Bryggjubakka – Bryggjubakki til Bringsnagøtu – Mylnugøta til Vaglið

Nærri kunning sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder