Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Wanja Petersen er nýggj í starvi hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, har hon er nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.
Heimið liggur á Garðavegi við Biskopstø, og har skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.
Wanja Petersen hevur drúgvar royndir innan eldraøkið. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984. Wanja hevur eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur hon leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Grønlandi, har hon eisini hevur arbeitt í fimm ár.
Kommunan skrivar, at umframt at vera leiðari á Ellis- og Vistarheiminum gerst Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tískil kemur hon at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald