Uml. 18 milliónir skamtar av fyrsta malariakoppingarevninum, Mosquirix verða latnir 12 afrikonskum londum áðrenn 2025.
Tað upplýsa Heimsheilsustovnurin (WHO), Unicef og koppsetingarsamstarvið Gavi.
Mosquirix er ment av bretska heilivágsframleiðaranum GSK, og 1,7 milliónir børn í Ghana, Kenja og Malavi hava longu fingið koppsetingina sum partur av einari royndarverkætlan.
Aðalstjórin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus sigur, sambært Ritzau, at malaria er ein av deyðiligastu sjúkunum í Afrika, og drepur hon á hvørjum ári nærum eina hálva millión børn undir fimm ár.
Hann sigur, at koppingarevnið hevur víst seg at vera trygt og munadygt, og minkar tað um vandan fyri at børn gerast álvarsliga sjúk ella at doyggja av malaria.
Nærum 30 lond hava boðað frá, at tey ynskja sær skamtar av nýggja koppingarevninum. Tey trý londini, sum luttóku í royndarverkætlanini fara framhaldandi at fáa koppingarevni, umframt at koppingarevni verður sent til níggju onnur lond.
Talan er um Benin, Burkina Faso, Burundi, Kamerun, Demokratiska Lýðveldið Kongo, Liberia, Niger, Sierra Leone og Uganda.
Fyrstu skamtarnir koma eftir ætlan síðst í 2023, og verða teir tiknir í brúk fyrst í 2024.
Onnur, m.a. Oxford University, arbeiða eisini við at menna malariakoppingarevni. Sambært WHO, Unicef og Gavi verður væntandi tørvur á millum 40 og 60 miliónir skamtar av malariakoppingarevni um árið í 2016. Í 2030 væntast talið at verða millum 80 og 100 milliónir.
Malaria er ein ígerðarsjúka, sum kemur av sníkinum plasmodium falciparum. Fólk fáa smittuna frá mýggjabitum. Í 2021 kravdi hendan sjúkan 619.000 mannalív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald