Uttanlands

Trump lovar 5.000 dollara til hvønn borgara aftur fyri valsigur

- Um republikanararnir hinvegin missa meirilutan í umboðsfólkatinginum og senatinum á miðsleiðisvalunum í november, gerst lívið hjá amerikanarum eitt helviti, sigur forsetin.

(Mynd: Callaghan O'hare/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Callaghan O'hare/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-09-10 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, lovar hvørjum einstakum vaksnum amerikanara 5.000 dollarar – áleið 32.000 krónur – um flokkur hansara vinnur miðskeiðisvalið í november. Hetta lyftið gav forsetin á miðskeiðis floksfundinum hjá republikanska flokkinum, sum verður hildin í Texas.

Um republikanararnir hinvegin ikki vinna miðskeiðisvalini, fer lívið hjá amerikanarum at gerast ‘eitt helviti’.

- Um republikanararnir vinna umboðsfólkatingið og amerikanska senatið orsaka av óvanliga góðu búskaparligu gongdini, fari eg at rinda eitt vinningsbýti á 5.000 dollarar til allar vaksnar borgarar í USA, segði Donald Trump á fundinum í gjár.

- Eg biði tykkum lata sum um, at tað eri eg, sum eri á atkvøðuseðlinum – eg eri á atkvøðuseðlinum, eg eri á atkvøðuseðlinum – bara eina ferð afturat, segði Donald Trump.

Forsetin heldur upp á, at um republikanski flokkurin missir meiriluta á miðskeiðisvalinum, verður lívið hjá amerikanarum súrt.

- Tit fara at uppliva eitt helviti, eins og tit gjørdu fyri bert tveimum árum síðani. Um vit tapa, missa tit tykkara landamørk, tit missa tykkara skattalættar, tit missa tykkara trygd, segði forsetin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder