Tráðanin hjá føroysku veljarunum at sleppa at skifta núverandi løgting út við eitt nýtt, minkar støðugt í takt við, at tað gerst alt meira sannlíkt at sitandi samgongu ætlar at sita alt valskeiðið út.
Les eisini: Samgongan gongur aftur
Í veljarakanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, er veljarin við jøvnum millumbili spurdur um hann ynskir at løgmaður skal skriva út val nú.
Og parturin av teimum, sum svara ’ja’ til spurningin lækkar alsamt.
Á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi í farnu viku, vóru tað 42 prosent, sum svaraðu ja, meðan tað í januar vóru 54 prosent.
Tað hevur støðugt verið veljarirnir hjá núverandi andstøðuflokkum, serliva Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, sum hava ynskt nýval, meðan veljararnir hjá samgonguflokkunum í høvuðsheitum hava svarað nei upp á spurningin.
Soleiðis er framvegis, men ynskið um nýval er munandi meira hóvligt, enn tað var fyri bert tveimum mánaðum síðani.
Á grafikkinum her niðanfyri ber til at síggja hvussu gongdin hevur verið og hvussu býtið er millum flokkarnar við at brúka valmøguleikarnar á bjálkunum omanfyri sjálvt úrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald