Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í uttanlandsnevndini, sigur, at danska Klimaministeriet hevur boðað frá, at føroyska yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum eigur at bíða inntil málið er nærri viðgjørt saman við donskum myndugleikum.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at nýggjar upplýsingar eru bornir føroyingum um at danskir myndugleikar eru sera ivasamir um leistin at yvirtaka málið.
Forkvinnan í uttanlandsnevndini sigur tó, at føroyingar hava eina yvirtøkulóg sum sigur, at vit kunnu yvirtaka øll yvirøkuøki á lista B uttan samráðingar, og at fatanin er tí, at hetta málið kann yvirtakast einsíðis.
Ivasemi hjá donskum myndugleikum er, at sjókortupplýsingarnar kunnu bresta saman við danska verjumálið. Orsøkin er, at ikki er heilt greitt nær talan er um sjómáladata og verjudata. Tí halda danskir myndugleikar, at best er at gera samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar lidnar áðrenn málið verður yvirtikið.
Annita á Fríðriksmørk sigur tó, at øll ikki eru samd í hesum, og at av tí at føroysku myndugleikarnir hava hildið seg til føroysku yvirtøkulógina, er ætlanin at yvirtaka kort- og landsmátingarøkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald