
Yvir 1.000 fólk hava latið lív, eftir at ein jarðskjálvti rakti Myanmar í gjár, upplýsir hernaðarstýrið í landinum í morgun.
Upplýst varð tíðliga í morgun, at í minsta lagi 1.002 fólk hava latið lív, og at í minsta lagi 2.376 onnur eru særd.
Jarðskjálvtin rakti Myanmar tíðliga fríggjadagin, og varð tað mált til 7,7 á Richterstiganum. Miðdepilin var nærindis við næststørsta Mandalay, sum er næststørsti býur í Myanmar og hevur umleið 1,5 milliónir íbúgvar. Samlaða talið á íbúgvum í Myanmar er 50 milliónir.
Sjálvtin merktist eisini í bæði Tailandi og Kina. Í tailendska høvuðsstaðnum, Bangkok lótu í minsta lagi tíggju fólk lív. í Kina eru tó ongar fráboðanir komnar um fólkaskaða.
Leiðarin í Myanmar, Min Aung Hlaing kom í nátt við áheitan um at seta í verk skjót bjargingarátøk í teimum økjunum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum. Í gjár heitti hann eisini á "eitthvørt land" um at senda hjálp. M.a. segði hann, at hann hevur tikið ímóti hjálp úr India og felagsskapinum fyri lond í Landsynningsasia, Asean.
Amerikanski stovnurin United States Geological Survey mett, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.
Myndirnar niðanfyri eru frá EPA-myndatænastuni:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald