Innanlands

Yvir 4.000 skógvaeskjur latnar inn til Christmas Child í Føroyum

4.064 skógvaeskjur eru nú á veg til Onglands og síðani til Rumenia

2018-11-03 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Christmas Child tiltakið hevur aftur í ár verið væl móttikið av føroyingum um alt landið.

Tað eydnaðist føroyskum børnum og vaksnum at savna 4.064 skógvaeskjur inn, sum beint nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.

Tað skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðu teirra.

Talið av gávueskjum er nakað minni í ár enn í fjør, men kortini fegnast Christmas Child Føroyum um undirtøkuna og takka tey fyri allar eskjurnar, sum komu inn í ár.

Christmas Child er eitt tiltak, ið seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. 

Hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í  130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri  evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar.   Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur. Í ár fara eskjurnar til Rumenia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder