Uttanlands

Yvir 600 krígsfangar leyslatnir í dag

Stóra fangabýtið millum Ukraina og Russland, sum londini samdust um í Istanbul herfyri, er liðugt

Ukrainskir krígsfangar, sum vórðu leyslatnir leygardagin (Mynd: EPA)

Ukrainskir krígsfangar, sum vórðu leyslatnir leygardagin (Mynd: EPA)

2025-05-25 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fundi í Istanbul fyrr í hesum mánaðinum samdust Russland og Ukraina um at býta um 1000 krígsfangar.

Býti av fangum er eitt av fáu økjunum, har Russland og Ukraina hava samstarvað, síðan kríggið byrjaði, og stóra fangabýtið byrjaði fríggjadagin.

Fríggjadagin varð boðað frá, at partarnir høvdu býtt um 270 krígsfangar og 120 sivilar fangar á báðum síðum, í gjár var talan um 307 fangar, og í dag hava Russland og Ukraina býtt um 303 fangar, upplýsir russiska verjumálaráðið sambært Ritzau.

Samstundis sum russar og ukrainar hava býtt um fangar, hevur Russland framt tvey stór loftálop á Ukraina. Eisini er boðað frá ukrainskum álopum á russiskt øki.

Ukrianar boða frá fleiri deyðum og særdum, men ongar fráboðanir um fólkaskaða eru komnar úr Russlandi.

Les eisini: Ukraina: 12 fólk latið lív í russiskum loftálopum í nátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder