Innanlands

Yvirlit: Hetta segði løgmaður á tíðindafundinum

Bárður á Steig Nielsen boðaði frá, at verandi tilmæli er longd til 4. mai, og hann heitti staðiliga á føroyingar at fylgja teimum

Løgmaður kundi fegnast um góðu gongdina í tølunum seinastu dagarnar, men minti á at vandin als ikki er av (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður kundi fegnast um góðu gongdina í tølunum seinastu dagarnar, men minti á at vandin als ikki er av (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-16 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen fyllir í dag 48 ár. Løgmaðurin úr Vestmanna fær tó ikki savnað nógv fólk til at hátíðarhalda dagin, og hann er eisini nógv upptikin í stríðnum hjá Føroyum móti koronavirusinum

Á tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin gjørdi Bárður á Steig Nielsen støðuna upp. Her er ein samandráttur av, hvat løgmaður segði: 

Góð gongd - men: 

- Tamarhald tykist at vera á smittugongdini, og vit ynskja framhaldandi at hava tað. Aftur í morgun vaknaði man upp, og sá eitt 0, og tað eru nú níggu dagar upp í slag við 0. Fyrivarni skal tó takast til, at tølini eru aftur í tíð, kanska er onkur vorðin smittaður seinastu dagarnar - smittuvandin ikki av.

- Vit skulu hugsa langt fram, tí tað er soleiðis vit vinna á hesum. Vit kunnu ikki basa tí her og nú

Ikki nóg greið: 

- Vita hava í summum førum ikki verið nóg greið í okkara samskifti. Vit hava merkt, at tað hevur verið ein ávísur røringur á ymsum økjum síðani seinasta tíðindafundinum.

Gongur alt ov skjótt á summum økjum

- Tað eru ov nógv, ið byrja sítt virksemi aftur av álvara; ið lata ov skjótt upp. Vit søgdu áðrenn páskir, at frá 20. apríl lata vit spakuliga upp aftur, og tað skal gerast við at halda tilmælini

Ov nógv fólk á sama staði

- Ov nógv eru og keypa inn samstundis
- Og nógv sita á matstovum
- Og nógv koma saman til veistlur

Høvuðsvápnini móti korona: 

- Okkara besta og sterkasta vápn er at halda frástøðu, hava gott reinføri, og ikki samlast í stórum bólkum. Tað vil siga: Hald fast í tilmælinum - tað er tað, sum hevur riggað 

4. mai er nýggja dagfestingin: 

- Vit halda fast um tilmælini til 4. mai. Tá kenna vit støðuna betri. Tá hava til dømis dagstovnarnir havt opið í tvær vikur aftur. Um góða gongdin heldur fram til 4.mai, ber tá til at seta meira ferð á. Júst á hvørjum øki kann eg ikki koma nærri inn á nú.

Les eisini: Tilmælini standa við til 4.mai


Ferðing er framvegis størsti vandin:  

- Størsti smittuvandin er framvegis tann, at fólk taka smittuna við til Føroyar. Støðan er verri í flest øðrum londum, og tað tykist sum sagt, sum tamarhald er á smittuni í føroyska samfelagnum-

- Eg vil staðiliga heita á ungdómar, og øll ið annars koma til Føroyar, nú summarið nærkast, at halda tilmæli um at fara í sóttarhald í 14 dagar

- Vit kunnu bara gera tilmæli:

- Nógv hava seinastu dagarnar kravt meira greið svar um ymisk viðurskifti: "Kann eg lata upp aftur" o.s.fr. Eg vil minna á, at vit kunnu ikki siga, hvat nakar skal ella ikki skal.  Vit kunnu til dømis ikki geva forboð – vit hava ikki heimild til tað. Um tað eru ivamál, so vil eg fyrst og fremst mæla til, at tit venda tykkum til korona-ráðgevingina. 

- Okkara ætlan móti korona byggjur á álit millum okkum og borgararnar í landinum. Í stóran mun hevur Føroya fólk livað upp til hetta álitið, og tað vil eg takka fyri; tað er eisini tí, at gongdin í tølinum hevur verið góð. Eg kann bara staðiliga mæla til, at tit halda fram við hesum



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder