Spurningurin um yvirtøku av kort- og landmátingarmyndugleikanum er fyri á løgtingsfundinum í dag, sum byrjar klokkan 10.
Viðgerast skulu fimm uppskot hesum viðvíkjandi við tað at Jacob Vestergaard vegna Fólkaflokkin hevur lagt fram uppskot um yvirtøkuna og síðan eisini løgmaður vegna samgonguna.
Á dagsskránni fyri fundin í dag er eisini fyrsta viðgerð av málinum um at játta knappar 19 milliónir eyka til liðugtgerð av Glasi – eitt mál, sum varð lagt fram í gjár, og sum samgongan samtykti at skunda ígjøgnum uttan um vanligar tíðarfreistir.
Áttanda mál á dagsskránni í dag er nógv umrødda málið frá sjey tinglimum, herundir Kristini Michelsen úr Javnaðarflokkinum, um at fara undir nýggjan tunnil til Fámjins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald