Klokkan 10 verður tingfundur settur. 15 mál eru á skránni, harav 7 eru til triðju viðgerð, meðan hini eru til aðru viðgerð.
Eitt av málunum til triðju viðgerð er málið um yvirtøku av kort- og landmátingarmyndugleikanum. Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki frá dønum, tí at økið hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum longu eru á føroyskum hondum og er eisini ein ein týdningarmikil partur av samleika føroyinga, skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður í viðmerking til málið.
Tá málið varð til 2. viðgerð varð nógv orðaskifti, tí at skriv var komið úr Klimaministeriet í Danmark, har danskir myndugleikar mæltu til ikki at viðtaka málið, fyrrenn føroyingar og danir høvdu samráðst um yvirtøkuna. Orsøkin er, at danir meta, at partur av teirra verjuøkið liggur undir yvirtøkuni.
Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í uttanlandsnevndini, segði tó, at meirilutin í nevndini, saman við løgmansskrivstovuni, mælti til at viðtaka málið, tí at føroyingar ikki nýtast at samráðast við danir um mál, sum verða bólkað undir lista B í yvirtøkulógini.
Í dag skal málið so til endaliga atkvøðugreiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald