Innanlands

Yvirtøkan av kort- og landmátingar-myndugleikanum samtykt

23 tinglimir atkvøddu fyri yvirtøkuni

2018-12-10 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyri løtu síðani varð atkvøtt um yvirtøkuna av kort- og landmátingarmyndugleikanum.

Til 2. viðgerð var málið samtykt við 28 atkvøðum fyri, ongin atkvøddu blankt, meðan 5 atkvøddu ímóti uppskotinum.

Onki var sum bendi á, at tinglimir í nakran serligan mun høvdu broytt meining í málinum, og tá atkvøðast skuldi, varð málið eisini samtykt við 23 atkvøðum fyri, ongin blonk atkvøða, og 5 tinglimir atkvøddu ímóti yvirktøkuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder