Fyribils hava 43.000 ukrainsk herfólk latið lív í krígnum í Ukraina síðan februar 2022, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Umframt hetta hava ukrainsk herfólk 370.000 ferðir fingið læknahjálp, og helvtin av teimum særdu eru farnir aftur í bardaga, skrivar hann á sosiala miðilin X.
Ukrainski forsetin sigur seg eisini vita, at 198.000 russisk herfólk eru deyð í krígnum.
Tølini hjá Zelenskyj eru tó ikki váttað av óheftum keldum, og samsvara tey heldur ikki við tey tøl, sum eru upplýst aðrastaðni. Amerikanski miðilin the Wall Street Journal skrivaði m.a. í september, at ukrainskar keldur høvdu upplýst, at talið á deyðum herfólkum varð mett at vera um 80.000, meðan talið á særdum varð mett at vera um 400.000.
Fyrstu ferð Zelenskyj alment úttalaði seg um talið á deyðum herfólkum, var í februar. Tá varð sagt, at 31.000 herfólk høvdu latið lív í krígnum.
Zelenskyj vísti fyrr í hesum mánaðinum aftur, at talið á deyðum var so høgt, sum tað, sum Wall Street Journal segði seg hava fingið upplýst. Tó ásannaði hann, at ukrainskir myndugleikar ikki vita, hvussu nógvir ukrainar kunna hava latið lív í russiskt hersettum økjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald