
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heitir á amerikanska starvsbróðir sín, Donald Trump um at koma til Ukraina fyri at fáa eina betri fatan av, "hvørjar oyðileggingar russiska innrásin hevur havt við sær".
– Eg heiti á teg, áðrenn tú tekur nakra avgerð, áðrenn nakrar samráðingar, um at koma og síggja fólk, sivil, herfólk, sjúkrahús, kirkjur og børn, sum annaðhvørt eru oyðiløgd ella deyð, segði hann í beinleiðis áheitan til Trump í sendingini "60 Minutes" hjá CBS News.
– Tú kann fara akkurát har, sum tú vil, til einhvønn bý, sum hevur verið raktur av álopi, sigur Zelenskyj.
Samrøðan, sum varð send í nátt okkara tíð, kemur dagin eftir, at í minsta lagi 34 fólk lótu lív í einum russiskum rakettálopi í ukrainska býnum Sumy.
Eisini amerikanski forsetin, Donald Trump hevur viðmerkt álopið.
– Eg haldi, at tað er ræðuligt. Og mær er sagt, at tey gjørdu eitt mistak. Men eg haldi, at tað er ræðuligt segði Trump við journalistar á forsetaflogfarinum, Air Force One.
Tá hann varð spurdur, hvat fyri mistak, hann sipaði til, svaraði hann, at "tey gjørdu eitt mistak. Tú kann spyrja tey" tó uttan at greiða frá, hvørjum hann meinti við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald