Uttanlands

Zelenskyj leggur nú eftir Trump

- Hann er fangaður í einari boblu av villeiðandi upplýsingum og nú lurtar hann eftir og hjálpir Russlandi

Eftir at samráðingar hava verið millum høgtstandi umboð fyri USA og Russland, finst forsetin í Ukraina hvassliga at tí amerikanska

Eftir at samráðingar hava verið millum høgtstandi umboð fyri USA og Russland, finst forsetin í Ukraina hvassliga at tí amerikanska

2025-02-19 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin, gjørdi USA avtalu við Russland um, at londini aftur skulu samstarva nærri. Sambandið hevur annars verið so gott sum lagt á ís, meðan Russland hevur ført kríggj í Ukraina. Nú vilja amerikanarar verða í miðdeplinum í einari friðaravtalu - hetta skal "vera hóskandi fyri allar partar": Ukraina, Russland og Evropa sum heild.

Les eisini: USA og Russland hava gjørt nýggja samstarvsavtalu

Volodymyr Zelenskyj hevur í dag sagt sína meining um støðuna. Eftir fundin millum uttanríkisráðharrarnar og onnur umboð úr Russlandi og USA vildu tíðindafólk vita, hvat ukrainski forsetin helt um málið - og um Donald Trump.

- Eg haldi, at Trump er fangaður í einari boblu av villeiðandi upplýsingum. Hann hevur nú hjálpt við at gera upp við avbyrgingina hjá Putin á altjóða pallinum.

Harvið heldur Zelenskyj ikki nógv um atgerðirnar hjá USA, og hann svaraði eisini aftur uppá útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum um, at "bert fýra prosent av fólkinum í Ukraina stendur aftanfyri Volodymyr Zelenskyj": 

- Tá vit tosað um 4 prosent...vit hava sæð skeiva og villeiðandi kunning, og vit halda, at hendan kemur úr Russlandi.

Meðan ukrainski forsetin og nógvir aðrir evropeiskir politiskir øtast, so rósa russisikir politikkarar hugsanarhátti og útsagnum hjá Donald Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder