
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fer í komandi viku til USA, har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump í sambandi við ST-aðalfundin.
Teir báðir skulu, sambært Zelenskyj, umrøða trygd í Ukraina umframt revsitiltøk móti Russlandi.
Zelenskyj hevur hitt Trump fleiri ferðir í ár fyri at umrøða støðuna í Ukraina, og eisini hevur Trump hitt russiska forsetan, Vladimir Putin í Alaska.
Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Marco Rubio, hevur Trump framvegis vónir um at fáa í lag eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
– Hann heldur á við royndunum. Hann ynskir at røkka friði, um tað er møguligt, segði Rubio fyrr í vikuni.
– Kanska kemur ein tíð, har forsetin kemur til ta niðurstøðu, at tað ikki er møguligt, men hartil er hann ikki komin enn, men tað kann henda, segði hann.
Undir forsetavalstríðnum lovaði Trump at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, men síðan hann kom aftur til valdið í januar hevur hann fleiri ferðir ásannað, at tað hevur víst seg at vera ein meira torfør uppgáva, hann hann væntaði. Tað segði Trump m.a. á tíðindafundi í Stórabretlandi hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald