Uttanlands

– Zelenskyj til reiðar at sleppa Krim-hálvoynni

Tað heldur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-04-28 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at ukrainski starvsbróðir hansara, Volodymyr Zelenskyj er til reiðar at sleppa Krim-hálvoynni, sum russar hertóku í 2014.

Tað segði hann við journalistar í Morristown í statinum New Jersey, áðrenn hann fór umborð á forsetaflogfarið, Air Force One.

Leygardagin hevði Trump ein stuttan fund við Zelenskyj í Pæturskirkjuni í italska høvuðsstaðnum Rom, har teir báðir vóru staddir í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva. Har umrøddu teir m.a. eina møguliga vápnahvíld millum Ukraina og Russland.

Russland hevur ferð eftir ferð kravt, at Ukraina skal lata Russland hava Krim-hálvoynna og fleiri landslutir, sum teir hava hersett undir krígnum, sum byrjaði fyri yvir trimum árum síðani, men hesi krøv hava ukrainar ikki góðtikið.

Les eisini: Putin til reiðar at samráðast uttan treytir

Um vikuskiftið endurtók Zelenskyj eisini, at russiskt hersettu økini, harundir Krim-hálvoyggin, eru partur av Ukraina. Hann ásannaði tó, at Ukraina í løtuni ikki hevur nóg mikið av vápnum til at endurvinna Krim.

Í samrøðu við Time Magazine herfyri segði Trump eisini, at hansara uppskot til eian friðaravtalu millum Russland og Ukraina m.a. snýr seg um, at Russland fær umleið 20 prosent av ukrainskum øki, m.a. Krim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder