
Russland er til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við Ukraina "uttan áður fráboðaðu treytirnar".
Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin sambært talsfólki hansara, Dmitrij Peskov.
Fríggjadagin hevði Putin ein fund við serliga amerikanska sendifólkinum, Steve Witkoff, og har endurtók hann, at Russland er til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við Ukraina.
Fundurin var í russiska høvuðsstaðnum Moskva, og Witkoff og Putin tosaðu saman í tríggjar tímar, skrivar Ritzau.
Trump: Russland skal fáa Krim
Tað er m.a. spurningurin um russiskt hersettu økini í Ukraina, sum hevur skilt partarnar í stríðnum.
Russar hava áður kravt, at teir skulu sleppa at varðveita Krim-hálvoynna, sum teir hertóku í 2014, og fleiri ukrainskar landslutir, sum teir hava hertikið undir krígnum, men hetta góðtaka ukrainar ikki.
Í samrøðu við Time Magazine fríggjadagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Krim verður verandi hjá Russlandi, og at hansara uppskot til eina friðaravtalu snýr seg m.a. um, at Russland fær 20 prosent av ukrainskum øki, sum Russland hevur hersett undir krígnum, sum byrjaði fyri yvir trimum árum síðani.
Men hetta góðtekur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ikki. Á tíðindafundi fríggjadagin segði hann, at Krim og onnur øki, sum eru hersett av russum í løtuni, hoyra til Ukraina.
Zelenskyj ásannar tó, at Ukraina í løtuni ikki hevur neyðugu vápnini til at endurvinna Krim.
Zelenskyj: Kann gerast ein søguligur fundur
Leygardagin hittust Trump og Zelenskyj í italska høvuðsstaðnum Rom, har teir báðir vóru staddir í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva. Tað var fyrstu ferð teir hittust, síðan Zelenskyj vitjaði í Washington 28. februar.
Sambært Zelenskyj var talan um ein úrtøkumiklan fund, sum kann gerast søguligur.
Zelenskyj og Trump fundaðust í umleið 15 minuttir. Teir umrøddu eina rúgvu av evnum, og er vónin hjá Zelenskyj, at úrslit koma burturúr hesum, skrivar hann á X.
Les eisini: Trump og Zelenskyj hittast í Rom
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald