Fyrsta formansumfarið hjá sjónvarpinum í sambandi við løgtingsvalið varð í gjárkvøldið.
Allir floksformenninir vóru í útvarpshøllini, og kjakast var í ein tíma. Eftir sendingina tók kjakið seg upp á Facebook, og í bólkinum “Kringvarp Føroya“, sum fólk nýta til rís og rósi til public service stovnin.
Síggj formansumfarið her
- Formanskjakið um ferðavinnu var frustrerandi. Avbrot omaná avbrot, tað var beinleiðis stressandi at fylgja við, tí menn (ja, allir eru menn) ikki sluppu at bera síni poeng fram. Strævið, tá verturin koyrir við so strømmum selum, sigur ein viðmerkjari.
Fleiri eru samd við honum, og onkur heldur at meiria tíð kundi verið sett av til umfarið.
- Eg haldi at kjakið kundi verði í 2 tímar, so allir fingu meira tíð at tosa. Nú fingu teir í miðal knappar 7 minuttir í part, sigur ein.
John Johannesen, sum javnan viðmerkir politisku støðuna, helt eisini, at Kringvarpið kundi gjørt tað betri.
- Minti um eitt vanligt Dag&Viku Kjak. Í kvøld skuldu evnini havt verið opin, eftir sum, at talan er um fyrsta kjakið í valstríðnum, sigur John Johannesen.
- Væl fyrireikaðir vertir í kvøld og viðkomandi evni á skrá, sigur ein annar viðmerkjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald